
Allar temasíðurnar á somu síðu
Her hava vit savnað allar temasíðurnar. Tú kanst leita eftir temasíðu niðanfyri - ella velja úr evnisyvirlitinum ovast í breddanum.
Um Snar
Snar er ein opin føroysk undirvísingarsíða, sum er til skúlabrúks. Í føroyskum teksti og tilfari byggir innihaldið á úrval, sum ritstjórnini lógliga hevur gjørt til undirvísing.

Høvuðssíður
Temasíður
Hvør arbeiðir á Snar?
- Dávur Poulsen
Margmiðlasmiður
davur@nam.fo
+298 555182 - Eilen Anthoniussen
Ritstjóri & samskipari
eilen@nam.fo
+298 555183 - Karina Toftegaard
Ritstjóri
karina@nam.fo
+298 555163
Hevur tú viðmerkingar?
Gjørt við við Typo3.
Land og søga
Heimsins lond
Tilfarið til alfrøðisíðurnar um heimsins lond er í høvuðsheitum tikið úr bókini Heimsins lond. Afturat tí tilfarinum eru eisini leinkjur til hagtøl frá ST og CIA - The World Factbook, leinkjur til kort av londunum o.a. Landa- og býarnøvn fylgja tí…
Føroyingasøga
Temasíðan er ætlað øllum aldursstigum. Á síðuni er baði upprunateksturin og lættlisin tekstur, sum gevur øllum møguleika at læra um Føroyingasøgu. Tilfarið er fjøltáttað við spurningum, arbeiðsgongdum og kreativum arbeiði, so lærarar kunnu laga…
Kreppan í 90'unum
Týsdagurin 6. oktober 1992 verður til allar tíðir eitt myrkt vegamót í Føroya søgu. Øll, ið eru nóg gomul til at minnast dagin, minnast hvar tey vóru, tá ið tey fingu boðini um at Føroyar vóru farnar av knóranum fíggjarliga, og føroyska samfelagið…
Magnus Heinason
tjóðarhetja
Magnus Heinason verður vanliga sagdur at vera ein av okkara tjóðarhetjum. Kortini vita flestu føroyingar lítið um hann. Endamálið við hesari temasíðu er at greiða frá lívi Magnusar. Hvør var hann? Og hví er hann tjóðarhetja í Føroyum?
Skaldskapur av manna munni
Kvæði og dansur
Temasíðan Kvæði og dansur á Snar er eitt savn av PDF-skjølum við undirvísingartilfari um føroysk kvæði og dans. Her finna lærarar og næmingar ymisk kvæði, arbeiðspappír, tekstir og vegleiðingar, ið kunnu takast niður og nýtast í undirvísingini.…
Kvæði
Árni Dahl hevur við játtan frá Mentamálaráðnum staðið fyri at gera kvæðini á snar.fo til talgildan tekst. Í fyrstu atløgu verða øll kvæði í verkinum ”Føroya kvæði – Corpus Carminum Færoensium” løgd á Snar. Kvæðini eru her endurgivin eftir…
Søga og stev
Forlagið Fannir gav árini frá 1996 til 2000 út røðina “Søga og stev” 1 – 6. Røðin byggir á tær útvarpssendingar (um hundrað í tali), sum Árni Dahl - frá nýggjári til føstulávint - hevði í Útvarpi Føroya árini 1990-1999.
Sagnir
Um sagnirnar á Snar Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst, og í samráði við Føroya skúlabókagrunn, seinni Nám, er avgjørt at leggja sagnirnar á Snar.
Ævintýr
Um ævintýrini á Snar Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera ævintýrini til talgildan tekst, og í samráði við Nám er avgjørt at leggja ævintýrini á Snar.
Trivnaður og tiltøk
Føroyskt sum annaðmál
Føroyskt sum annaðmál (FSA) Undirvísing í máli og mentan fyri vaksnar tilflytarar, 3 stig (FSA1–FSA3) samsvarandi CEFR A1–C1.
Um at ferðast á netinum
Endamálið við undirvísingini er at læra næmingar at ferðast trygt á internetinum. Á temasíðuni eru ráð, venjingar og ítøkilig dømi um ábyrgd á netinum, vernd av persónligum dátum, um harðskap á netinum og um trivnað í sambandi við tíðina vit brúka á…
Lær um sorg
Endamálið við Lær um sorg er at stuðla føroyskum næmingum at vera góðir vinir hjá einum floksfelaga, sum syrgir. Hesar ókeypis undirvísingargongdirnar eru ætlaðar sum trivnaðartilfar til nýtslu í flokkum, har hóttandi sjúka ella deyði hevur ávirkað…
Bókin um mínar styrkir
Bókin um mínar styrkir: Endamálið við tilfarinum er at hjálpa næmingunum at finna, skilja og menna sínar styrkir, og á hendan hátt leggja eitt dygt grundarlag fyri bæði persónligari menning og fakligum framburði.
Samfelag
Barnarættindi
Temasíðan er ætlað sum undirvísingartilfar til allar flokkar í fólkaskúlanum. Síðan gevur eina greiða og atkomuliga innleiðing til altjóða ráð og rættindi hjá børnum. Á síðuni er tekstur, myndir, kjak, spuningar og kreativ hugskot.
Heimsmál
Sameindu Tjóðir (ST) vísa á 17 mál, sum fyri ár 2030 kunnu skapa ein betri heim. Altjóða átakið, sum byrjaði í 2015, verður kallað Heimsmál fyri burðardyggari menning. Temasíðan er eitt hent amboð til lærarar, sum vilja integrera altjóða…
Altjóða holocaustdagur
Temasíðan er knýtt at altjóða holocaustdegnum. Holocaustdagur verður hildin kring heimin hin 27. januar. Løgtingið samtykti í 2019 at gera henda dagin til almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp. Í uppskotinum verða onnur fólkadráp enn…
Javnrættindi
Temasíðan um javnrættindi vendir sær til hádeild, har ikki annað er viðmerkt. Endamálið við temasíðuni er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina.
Skaldskapur og miðlar
Føroyar lesa
Føroyar lesa er eitt átak, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Skipað verður fyri tiltøkum, har fólk savnast um tað at lesa. Heimasíðan er ætlað sum…
Shakespeare
Temasíðan Shakespeare vendir sær breitt til lærarar í enskum, føroyskum, leiklist og søgu. Til ber at kava niður í eitt partsevni, sum til dømis sjónleikaraumhvørvið í tykkara heimstaði, og lýsa tað í eini verkætlan ella reportasju at leggja fram í…
At blogga
Henda temasíðan er um at nýta blogg í skúlanum. Høvuðsdenturin verður lagdur á skriving og KT-førleika. Mitt fyri á temasíðuni eru sjey uppskot, sum stigvíst brúka blogg í undirvísingini. Eisini er alment tilfar á síðuni um at blogga og at brúka…
Miðlar
Hetta tilfar um fjølmiðlar er fyrst og fremst ætlað at brúka í vallærugreinini fjølmiðlar í 8.-10. flokki, sum lýst í námsætlanini. Tilfarið kann eisini brúkast á miðlabreyt, í samfelagsfrøði og í føroyskum í hádeild. Tilfarið byggir á skúlabókina…
Filmur
Henda temasíðan er um føroyskan stuttfilm, og film yvirhøvur, sum kann brúkast í undirvísingini. Til hvønn filmin er frymil og annað tilfar at brúka í undirvísingini.
Leikrit
Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera leikrit til talgildan tekst, og í samráði við Nám er avgjørt at leggja tey á Snar. Úr keldum vita vit, at frá um leið 1780 hava leikir verið á palli í Føroyum – serliga í Havn.…
Rithøvundar
Listi av føroyskum rithøvundum. Listin er ikki fulfíggjaður, men til ber at finna fleiri av teimum kendastu høvundunum.
Náttúra og vísindi
Kota og vitlíki
Við hesari temasíðuni lærir tú um HTML forritan, og um hvussu vit kunnu brúka vitlíki til at skriva kotur og gera heimasíður, spøl o.a. VIt brúka danska SkoleGPT í hesum arbeiðinum.
Rúmdin
Á rumdin.fo fært tú veruligar rúmdarupplivingar. Á síðuni er undirvísingartilfar, myndir og greinir um sólskipan, mánar, stjørnur, vektloysi og annað – og ein “Spyr Pól”-funktión til forvitnar næmingar - og lærarar. Síðan er væl egnað til skúlar,…
Vitanarfróðu
Kanna, granska og fortel – og kappast! Vitanarfróðu kanningarhátturin er ein stuttligur og læruríkur háttur at æra um heimin. Framúr góður til næmingar í 4. - 6. flokki, sum vilja nema sær nýggja vitan á ein stuttligan, spennandi og kveikjandi…
Plantur til matna
Temasíðan er um grønmetisdyrking. Higartil er hon einamest um bókina 'Plantur til matna'. Henda bókin nevnd er ætlað sum frálærutilfar til at menna eina føroyska grønmetisframleiðslu, bæði vinnuliga og til heimabrúk.
Fiskar
Á temasíðuni er yvirlit yvir ymsar fiskar. Leitiorðini eru tikin úr bókini Fiskar undir Føroyum eftir Rógva Mouritsen, við tekningum eftir Astrid Andreasen, Bente Olesen Nyström og Rolf Mouritsen.
Fuglar
Leitorðini í temasíðuni Fuglar eru tikin úr Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin. Dýralæra II. Mikkjal á Ryggi hevur sjálvur teknað myndirnar í bókini. Onkrir fuglar hava eisini myndir frá myndasavninum hjá KT-Deplinum. (Nám)
Minni rusk
Temasíðan varð upprunaliga gjørd til at leggja tilfarið 'Leiðin til minni rusk' út á eina heimasíðu. Nám og Umhvørvisstovan gjørdu hetta tilfarið, sum í høvuðsheitum er ískoyti til undirvísing í náttúru og tøkni við fýra temum um at minka um…
Árstíðir og høgtíðir
Summar
Summar er helst tann tíðin á árinum, sum flestu næmingar gleða seg til. Higartil hava veður og vindur forðað fyri nógvum. Hesa tíð á árinum eru vit millum vár og heyst. Tað er so ljóst, at vit raka longsta dag.
Páskir
Á hesari temasíðuni fært tú yvirlit yvir páskirnar – søgu, siðir, kristnan og jødiskan uppruna, spøl og handverk – alt savnað sum undirvísingartilfar og íblástur til páskahald í Føroyum.
Jól
Á hesari temasíðuni fært tú ymiskt undirvísingartilfar til jólahøgtíðina. Á síðuni eru leikir, sangir, handverk og PDF-fílur, so sum jólasøgur, jólaspøl, sangfyrisagnir og hugskot til jólaprýði – alt ætlað til brúks í skúla og barnagarði - ella heima…
Heyst
Á hesari temasíðuni fært tú yvirlit yvir heystið í Føroyum – við siðum, sagnum, filmum, handverki og undirvísingartilfari um urtagarðsarbeiði, seyðahald, fletting, eplavelting og annað virksemi. Tilfar og hugskot eru ætlað næmingum, lærarum og øllum,…
Føstulávint
Á hesari temasíðuni fært tú ymiskt undirvísingartilfar um føstulávint – frá uppruna og kristnum og heidnum siðum, til praktisk tiltøk sum grýluklæði, klipp, tunnusláttur og grýluveitslur. Tilfar og hugskot eru ætlað fólkaskúlanum, barnagørðum og…
Flaggdagur
Á hesari temasíðuni fært tú eina greiða og samanhangandi frágreiðing um føroyska flaggdagin – við Tú lærir um søguna hjá Merkinum, fært einstakar undirvísingargongir og hugskot um undirvísing um okkara flagg - og flaggsøguna.
Kappingar
Vitanarfróðu - árlig kapping
Kanna, granska og fortel – og kappast! Vitanarfróðu kanningarhátturin er ein stuttligur og læruríkur háttur at æra um heimin. Framúr góður til næmingar í 4. - 6. flokki, sum vilja nema sær nýggja vitan á ein stuttligan, spennandi og kveikjandi…
First Lego League
Á fllforoyar.fo fært tú alt, tú tørvar at luttaka í First Lego League Føroyar: tekniskar loysnir, kreativar uppgávur - og sum heild kunning um kappingina. Síðan veitir vegleiðing, tilmelding, tilfar og inspirasjón til børn og ung, sum vilja læra…
Filmskapping
Nám bjóðar á hvørjum ári næmingum og ungum fólki at luttaka í eini spennandi filmskapping, har evnið eru Heimsmálini hjá ST – tey 17 málini fyri burðardyggari menning. Endamálið er at fáa ung at hugsa um, hvussu vit øll kunnu gera okkara part fyri at…
Savnstilfar
Samkynd giftast
Henda temasíðan er um ætlaðar broytingar í hjúnabandslógini. Fakliga fevnir síðan um lærugreinarnar samfelagsfrøði á miðnámi og søgu/samtíð, føroyskt og kristni í hádeild í fólkaskúlanum. Undir evnunum eru uppgávur.
Luther 2017
Temasíðan luther-2017 varð gjørd í sambandi við, at tað í 2017 vóru 500 ár síðani reformatiónin byrjaði. Síðan er serliga ætlað til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum og miðnám. Síðan stuðlar næmingum í at skilja søguligan, trúarligan og mentanarligan…
Sólarmyrking
Tann 20. mars í 2015 klokkan 9:40:12 rakti ein full sólarmyrking Mykineshólm og fór síðan um allar oyggjarnar. Um leið hálvan annan minutt seinni kom myrkrið til eystasta punktið á Fugloynni og fór so víðari norðureftir. Í Føroyum var longst myrkt í…
Stjørnufrøði
Greinasavn: Í sambandi við at 2009 var altjóða stjørnufrøðiár, skrivað Pól Jespersen eina greinarøð um søguna hjá stjørnufrøðini. Hendan greinarøðin er ætlaður teimum elstu í fólkaskúlanum - ella næmingum í miðnámi.
Kommunuval
Henda síða gevur eina greiða og stutta innleiðslu til fólkaræði og kommunuval í Føroyum. Tú fært kunning um, hvussu vald og ábyrgd eru skipað í føroyska samfelagnum, hvat fólkaræði merkir, og hvussu borgarar kunnu ávirka politiska skipanina – bæði á…
Løgtingsval
Løgtingsvalið 2022: Á temasíðuni eru undirvísingargongdir og uppgávur um løgtingsvalið í 2022, sum eru ætlaðar øllum aldursbólkum í fólkaskúlanum og miðnámi.
Sigmabløð (1979-1984)
Sigmabløð - um støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði Á hesi síðu finnur tú bløðini, ið Felagið fyri lærarar í stødd-, alis- & evnafrøði, Sigma, gav út í árunum 1979-1984.
Amerikanska forsetavalið
Amerikanska forsetavalið 2016: Tóri Højgaard, løgfrøðingi og almennur viðmerkjari, svarar 27 spurningar um amerikanska forsetavalið, sum var 8. november í 2016. Við uppgávum eru spurningarnir bólkaðir í hesar fýra høvuðspartar: Forsetavalið í…