
Kostur&Heilsa
Íblástur, ráð og undirvísing.
Kostur og heilsa
Tá ið undirvíst verður í kost og heilsu, verður dentur lagdur á sambandið millum matvanar og kropsliga og sálarliga heilsu hjá menniskjum. Undirvísingin eigur at geva næmingunum innlit í, hvussu ymisk sløg av mati ávirka heilsuna, og hvussu góðir kostvanar kunnu styrkja bæði vælveru og mótstøðuføri.
Átøk - hvat og hví?
Dømi um átøk, sum heilsumyndugleikar hava sett í verk fyri at betra um fólkaheilsuna:
ABC fyri sálarliga heilsu
Heilsustýrið (áður: Fólkaheilsuráðið) hevur staðið fyri átakinum “ABC fyri sálarliga heilsu”, sum leggur dent á týdningin av at vera virkin, vera saman við øðrum og vera hugbundin. Hetta verður gjørt fyri at styrkja trivnaðin og fyribyrgja sálarligari vanlíðan.
De officielle kostråd
Danska Heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen) og Fødevarestyrelsen hava gjørt almenn kostráð, sum mæla fólki til at:
- eta nógv grønmeti, frukt og plantubundnan kost
- eta minni kjøt og heldur velja fisk og bjølgplantur
- velja fjølbroyttan og hóskandi mat, bæði fyri persónliga heilsu og fyri umhvørvið.
Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað?”
Í 2019 og aftur í 2023 gjørdi Heilsustlýrið eina stóra kanning millum føroyingar, har dentur varð lagdur á trivnað, kropsliga og sálarliga heilsu. Endamálið við kanningini var at fáa grundarlag fyri framtíðar heilsuátøkum, sum skulu raðfestast og setast í verk út frá fakligum og vísindaligum grundarlagi.
Hví verða hesi átøk gjørd?
Heilsumyndugleikar arbeiða út frá fólkaheilsuprinsippum, sum snúgva seg um fyribyrging, kunning og heilsufremjan fyri at styrkja heilsuna hjá øllum borgarum. Endamálið er at minka um sjúku, stuðla til trivnað og skapa grundarlag fyri eini betri almennari heilsu.
Átøkini fevna tískil ofta um gransking, kunning og ítøkiligar leiðreglur, sum einstaki borgarin kann brúka í sínum gerandisdegi.
Kanningar
Heilsugóðir matpakkar – Hvat vísir tín kanning?
4. - 6. flokkur
Nú fara vit at gera okkara egnu kanningar - við Vitanarfróðu-kanningarháttinum.
Endamál:
Tit skulu kanna og fáa innlit í, hvussu matpakkar kunnu gerast sunnir og heilsugóðir, og hvat næmingar halda vera sunnan mat.
Kanningarháttur (Vitanarfróðu kanningarhátturin):
1. Spyr (orða spurdóm):
- Hvat er ein sunnur matpakki?
- Hvørjar matvørur halda næmingar í flokkinum vera sunnar?
- Eru okkara matpakkar sunnir?
2. Kanna (ger eina kanning):
- Gerið eina kanning í flokkinum í 3 dagar. Hvør næmingur skrivar niður, hvat er í matpakkanum.
- Gerið eina felags yvirlitstavlu við flokkinum (t.d. á veggin), har tit bólka matvørurnar í "sunnur" og "ikki sunnur".
3. Greið frá (lýs úrslitini):
- Hvussu nógvir næmingar høvdu sunnan mat í matpakkanum?
- Hvørjar vóru tær mest vanligu matvørurnar í matpakkunum hjá tykkum?
- Hvørjar matvørur kundu tit valt oftari, um tit vilja hava sunnari matpakkar?
4. Tak støðu (sig hvat tú heldur):
- Hví halda tit, at tað er týdningarmikið at hava ein sunnan matpakka?
- Hvørjar broytingar halda tit eru lættar at gera, og hvørjar kunnu vera torførar?
5. Hvat kann gerast? (legg ætlan fyri framtíðina):
- Gerið eina ætlan fyri, hvussu tit kunnu hjálpa hvørjum øðrum at velja sunnari matvørur til matpakkan.
Uppgávuskjal:
Ger eitt "Heilsugóður matpakki"-uppslag ella plakat, har tit skriva tykkara kanningarúrslit, og sum kann hanga í flokshølinum ella úti í gongini sum íblástur.
Matpakkin
Lesið faldaran (2008) “Matpakkin” frá Heilsustýrinum.
Roynið so spælið niðanfyri.
Matpakka-kviss
Hvør matpakki hevur lægsta talið av kalorium?
Góð ráð
Lesið faldaran um almennu kostráðini, og kannið tykkara vitan við spælinum niðanfyri.
Spurnarkappingin um tey góðu ráðini
Faldarar
Kaloríuroknari
Faldarar og onnur skjøl frá átakinum í 2011 (Fílur)
Et fisk og fiskaviðskera fleiri..
Et fjøllbroytt og halt hóskandi..
Et frukt og grønnmeti - seks um..
Minka um fitinýtsluna - serliga úr..
Minka um sukrið - serliga úr..