
Eg ❤️ at læra – og at spæla.
Á temasíðunum eru nógvar spennandi uppgávur, filmar og søgur at finna. Tú kanst eisini tekna teg til ymsar kappingar.
Eg ynski tær eina góða og stuttliga læruferð!
Heilsan,
Snar 🐶
Onnur spøl eru undir Funkur.
Útvald evni til undirvísing
Skaldskapur av manna munni
Søgur, framførslur, sangur og dansur hava varðveitt siðir og mentan í øldir. Enn í dag hevur hetta evnið týdning fyri bæði verandi og komandi ættarlið.
Árstíðir og høgtíðir
Við hesum temasíðunum arbeiða vit við evnum, sum næmingarnir longu kenna aftur úr gerandisdegnum. Hetta gevur eitt náttúrligt samband millum undirvísing og lívið uttanfyri skúlastovuna, og gevur rúm fyri bæði fakligum lærdómi og skapandi arbeiði.
Land og søga
Søgan lærir okkum ikki bara um tað, sum var – men eisini um tað, vit eru. Hon gevur okkum amboð at skilja samfelag, mentan og fólk, bæði fyrr og nú.
Nýtt á Snar
Kota og vitlíki
Við hesari temasíðuni lærir tú um HTML forritan, og um hvussu vit kunnu brúka vitlíki til at skriva kotur og gera heimasíður, spøl o.a. VIt brúka danska SkoleGPT í hesum arbeiðinum.
Vitanarfróðu
Kanna, granska og fortel – og kappast! Vitanarfróðu kanningarhátturin er ein stuttligur og læruríkur háttur at æra um heimin. Framúr góður til næmingar í 4. - 6. flokki, sum vilja nema sær nýggja vitan á ein stuttligan, spennandi og kveikjandi…
Fruktregn
Rokna áðrenn fruktirnar raka jørðina. Um tú klárar eitt stig uttan at missa øll tíni smiley, so fert tú eitt stig upp. Byrjanardeild og kanska miðdeild.
Um Snar
Snar er ein opin føroysk undirvísingarsíða, sum er til skúlabrúks. Í føroyskum teksti og tilfari byggir innihaldið á úrval, sum ritstjórnini lógliga hevur gjørt til undirvísing.

Høvuðssíður
Temasíður
Hvør arbeiðir á Snar?
- Dávur Poulsen
Margmiðlasmiður
davur@nam.fo
+298 555182 - Eilen Anthoniussen
Ritstjóri & samskipari
eilen@nam.fo
+298 555183 - Karina Toftegaard
Ritstjóri
karina@nam.fo
+298 555163
Hevur tú viðmerkingar?
Gjørt við við Typo3.