Skaldskapur av manna munni
Skaldskapur hevur altíð verið ein týðandi partur av mentan okkara. Áðrenn skriftmálið fekk fótafesti, vórðu søgur, kvæði, sagnir og ævintýr borin víðari frá ættarliði til ættarlið. Í teimum livdu søga, siðir, trúgv og lívsroyndir, sum hava verið við til at mynda føroyska mentan og samleika.
Høvuðsevnið Skaldskapur av manna munni varpar ljós á ta ríku munnligu frásagnarmentanina og gevur næmingum og lærarum møguleika at arbeiða við teimum mongu skaldskaparháttunum, sum hava livað í Føroyum gjøgnum øldir.
Á hesum síðunum eru savnaðar temasíður og undirvísingartilfar, sum geva innlit í munnligan skaldskap og hansara týdning. Tilfarið leggur upp til at arbeiða við frásøgnum, kvæðum, søgnum, ævintýrum og øðrum munnligum siðum, samstundis sum dentur verður lagdur á frásøgn, tulking, framførslu og mentanarligan samleika.
Temasíðurnar verða javnan víðkaðar við nýggjum tilfari, so høvuðsevnið støðugt verður ment og kann nýtast í undirvísingini.





