Náttúra
Náttúran gevur óendaligar møguleikar at granska, undrast og læra. Á hesum síðunum eru savnaðar temasíður og undirvísingartilfar, sum geva næmingum innlit í náttúruna á landi, í sjónum og í luftini, umframt evni, sum varpa ljós á umhvørvið og okkara leiklut í tí.
Tilfarið leggur upp til at arbeiða við náttúrufrøði, lívfrøði, jarðfrøði og øðrum náttúruvísindaligum evnum. Dentur verður lagdur á eygleiðing, kanningar, forvitni og fakliga fatan, samstundis sum næmingarnir menna virðing fyri náttúruni og umhvørvinum.
Temasíðurnar verða javnan víðkaðar við nýggjum tilfari, so høvuðsevnið støðugt verður ment og kann nýtast í undirvísingini.







