
Kota og vitlíki
Her kava vit í kotur saman við vitlíki. Vit læra um HTML og um hvussu vit kunnu brúka vitlíki til at skriva kotu fyri okkum.
Til læraran og næmingarnar
Lesið hetta saman
Í hesi undirvísingargongdini fara tit at læra grundreglurnar í kotumálinum HTML. Samstundis fara tit at læra at brúka vitlíki sum hjálparamboð, tá ið tit forrita.
Endamálið við undirvísingini er, at tit bæði ogna tykkum ítøkiligar royndir við at skriva kotu og læra at brúka vitlíki á ein kritiskan og ábyrgdarfullan hátt. Tað merkir, at tit skulu duga at meta um svarini, sum kjattbotturin gevur, heldur enn bara at taka tey fyri fult.
Tit fara at arbeiða bæði í bólkum og hvør sær. Ávegis hava vit felags samanumtøkur, har vit umrøða uppgávurnar. Tit fara eisini at leggja arbeiðið fram fyri flokkinum og lurta eftir framløgum frá hinum. Soleiðis kunnu tit læra hvør av øðrum og fáa nýggj hugskot.
Tað eru nógvir vitlíkisbottar á netinum, men í hesari undirvísingini brúka vit danska SkoleGPT hjá CFU. Les meira um SkoleGPT niðanfyri.
Hav hetta í huga
Dupultkanna
Svar frá vitlíki skulu altíð samanberast við álítandi keldur. Eisini eigur HTML-kota at verða roynd og kanna koturnar við KANNA KOTURNAR funkuni her á síðuni.
Ver kritisk/-ur
Vitlíki gevur skjótt eitt svar, men tað er tín uppgáva at meta um, um svarið er rætt, álítandi og hóskar til uppgávuna. Svarið er eitt besta boð – ikki endiliga sannleikin.
Samstarv
Greið frá tínum hugskotum, spyr og loys trupulleikar saman við øðrum. Tá ið tit arbeiða saman, læra tit meira.
Brúkið hesa vegleiðingina sum rammu um bólkaarbeiði, framløgur og felags samrøður. Soleiðis kunnu tit gerast tryggari og meira sjálvstøðug í talgilda heiminum, samstundis sum tit menna tykkara teknisku førleikar og læra at brúka vitlíki á ein ábyrgdarfullan hátt.
So er bara at fara í gongd – góða eydnu!
Undirvísingargongdir
Vit hava býtt undirvísingargongdirnar upp í tímar:
Um SkoleGPT
SkoleGPT er ætlað sum eitt trygt og námsfrøðiligt vitlíki, har næmingar kunnu royna seg og læra um generativa vitlíknistøkni, uttan at persónligar upplýsingar verða goymdar.
Danski kjattbotturin tosar sjálvandi bert danskt. Hóast hann skilir onnur mál, sigur hann sjálvur:
"Hvis du skriver på færøsk, kan jeg ikke garantere, at jeg vil forstå og kunne svare korrekt på dit spørgsmål."
Tit kunnu royna ymsar promptar (sí myndina niðanfyri) og kanna, hvussu svarini broytast, alt eftir hvussu spurningarnir verða orðaðir.
Hóast ongar persónligar upplýsingar verða goymdar, mælir CFU (Center for Undervisningsmidler) kortini til, at næmingar ikki deila viðkvæmar upplýsingar við kjattbottin.
Við hesum kunnu tit tryggja eina ábyrgafulla, trygga og læruríka nýtslu av SkoleGPT í hádeildini.
Góða eydnu við arbeiðinum og góða læring!




