
2. tími
Vit skriva kotu saman við SkoleGPT.
Hvussu brúka vit SkoleGPT skilagott?
Í hesi felagsuppgávuni skulu tit kanna, hvussu SkoleGPT kann hjálpa tykkum við hugskotum, teksti og HTML-kotu. Tit skulu eisini læra, hví tað er týdningarmikið at lesa, skilja, rætta og broyta svarið.
Endamál
Áðrenn tit fara at gera tykkara egnu heimasíðu, skulu vit tosa saman um, hvussu SkoleGPT kann brúkast sum eitt gott hjálparamboð.
Vit skulu læra:
- hvat SkoleGPT kann hjálpa við
- hvat ein góður fyrispurningur er
- hví vit ikki bara skulu kopiera alt
- hvussu vit kunnu rætta og betra svarið
- hvussu vit kunnu brúka SkoleGPT til HTML og CSS
1. Felags prát í flokkinum
Tosið saman um hesar spurningarnar:
- Hvat kann SkoleGPT hjálpa okkum við?
- Nær kann tað vera hent at brúka SkoleGPT?
- Kann SkoleGPT gera mistøk?
- Hví er tað týdningarmikið, at vit sjálvi lesa og skilja svarið?
- Hvat er munurin á at fáa hjálp og at lata SkoleGPT gera alt fyri seg?
2. Lesið hetta saman
SkoleGPT kann vera ein góð hjálp, tá ið vit skulu fáa hugskot, skilja eina uppgávu ella fáa dømi um kotu. Men SkoleGPT hugsar ikki fyri okkum. Tað kann skriva nakað, sum ljóðar rætt, men sum kortini kann vera skeivt, ógreitt ella ikki hóskandi.
Tí skulu vit altíð lesa svarið væl. Tá ið vit brúka SkoleGPT, skulu vit spyrja greitt. Tess greiðari vit skriva, tess betri verður svarið ofta.
3. Hvat er ein góður fyrispurningur?
Hyggið at hesum báðum dømunum. Hvør munur er á boðunum?
Ógreitt boð
Betri boð
Tosið saman:
- Hví er seinna boðið betri?
- Hvat fær SkoleGPT at vita í seinna døminum?
- Hvat kundu vit lagt afturat?
4. Roynið saman í flokkinum
Veljið eitt felags evni, sum øll í flokkinum kunnu vera við til at arbeiða við.
Evnið kann til dømis vera:
- hundar
- fótbóltur
- pizza
- Minecraft
- Føroyar
- ein dreymaskúli
Skrivið síðani eitt boð til SkoleGPT saman. Tit kunnu brúka hetta sum uppskot:
5. Hyggið at svarinum saman
Tá ið SkoleGPT hevur svarað, skulu tit ikki bara siga “liðugt”. Tit skulu hyggja at svarinum í felag og kanna, hvat er við.
- Hvar er
<h1>? - Hvar er
<h2>? - Hvar eru tekstbrotini?
- Hvar er listin?
- Hvar er CSS?
- Er teksturin á donskum?
- Hvussu kunnu vit broyta tekstin til gott føroyskt?
- Er nakað í kotuni, sum vit ikki skilja?
6. Rætta tekstin saman
Um SkoleGPT skrivar tekstin á donskum, skulu tit royna at umseta hann til føroyskt. Tað er ikki nóg mikið bara at umseta orð fyri orð. Teksturin skal ljóða natúrligur á føroyskum.
Tosið um:
- Er føroyski teksturin natúrligur?
- Er nakað orð, sum ljóðar ov danskt?
- Kunnu vit skriva setningin betri?
7. Stutt felags roynd
Nú skulu tit saman biðja SkoleGPT broyta okkurt í kotuni. Her er endamálið ikki bara at fáa nýggja kotu, men at leggja merki til, hvat broytist.
Dømi um boð:
Ella:
Tá ið tit hava fingið nýggja svarið, skulu tit saman kanna:
- Hvat broytti SkoleGPT í kotuni?
- Hvør partur er HTML?
- Hvør partur er CSS?
- Riggar kotan, tá ið tit royna hana?
- Er nakað, tit sjálvi mugu rætta?
8. Felags niðurstøða
At enda tosa tit saman um, hvat tit hava lært av royndini.
- Hvat gjørdi SkoleGPT væl?
- Hvat máttu vit rætta?
- Hvat lærdu vit um at skriva góð boð?
- Hví skulu vit altíð kanna kotuna?
- Hvussu kunnu vit brúka SkoleGPT sum hjálp, men framvegis gera arbeiðið sjálvi?
