
Samfelag
Næmingar læra um rættindi, ábyrgd, virðir og søguligar hendingar, sum hava myndað heim og hugburð. Evnini geva góðar møguleikar fyri kjaki, tvørfakligari læring og at knýta samband millum undirvísing og veruleika.
Samfelag
Í høvuðsevninum Samfelag eru savnaðar temasíður, sum varpa ljós á týdningarmikil evni í nútímans samfelagi – bæði føroysk og altjóða.
Heimsins lond
Næmingar fáa innlit í lív og mentan í ymiskum londum. Dentur verður lagdur á virðing, fjølbroytni og heimspolitiska fatan.
Barnarættindi
Við støði í ST-sáttmálanum um barnarættindi arbeiða næmingar við rættindum, ábyrgd og virðum – í egnum lívi og í øðrum londum.
Heimsmálini
ST-heimsmálini um burðardygg menning geva næmingum innlit í málsøki sum javnrættindi, útbúgving og umhvørvi – og hvussu tey sjálv kunnu gera mun.
Altjóða holocaustdagur
Við søguligum keldum og persónligum frásagnum verður arbeitt við minninum um Holocaust. Evnið leggur upp til fakligt arbeiði og menniskjaliga fatan.
Javnrættindi
Kyn, rættindi og møguleikar í nútíðar samfelagi. Næmingar arbeiða við kjaki og keldum, sum varpa ljós á javnstøðu og ójavna.
Við hesum evnum fáa næmingar førleikar at skilja og virka í einum samfelag, har rættindi, ábyrgd og felagsskapur eru í miðdeplinum.