Savnstilfar
Savnstilfar
Savnstilfar gevur okkum møguleika at varðveita og endurnýta vitan frá farnari tíð. Á hesum síðunum eru savnað skjøl, tíðarrit, myndir, útgávur og annað tilfar, sum hevur søguligt, mentanarligt ella undirvísingarligt virði.
Tilfarið gevur næmingum og lærarum møguleika at arbeiða við upprunakeldum og øðrum søguligum tilfari, sum lýsir samfelag, mentan, lærugreinir og hugsjónir gjøgnum ymisk tíðarskeið. Tað kann nýtast í undirvísingini, sum íblástur til fakligt arbeiði og sum grundarlag undir samanberingum millum fortíð og samtíð.
Savnið verður javnan víðkað við nýggjum tilfari, so enn fleiri søguligar og mentanarligar keldur verða tøkar á Snar.
Hevur tú tilmæli til tilfar, sum eigur at vera partur av savninum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.










