Skip to main content
Filmskapping um Heimsmálini

Filmskapping um heimsmálini

Tú kanst gera mun!

Filmskappingin um Heimsmálini var eitt átak hjá Nám, har næmingar og ung fingu høvi at arbeiða skapandi við Heimsmálunum hjá ST – teimum 17 málunum fyri burðardyggari menning.

Endamálið var at eggja ungum at hugsa um, hvussu vit øll kunnu vera við til at skapa eina betri og burðardygga framtíð – bæði her heima og kring heimin.

Kappingin var opin fyri næmingum í miðdeild, hádeild og miðnámi. Á hesi síðuni er savnað tilfar frá kappingini, sum framvegis kann nýtast sum íblástur og undirvísingartilfar.

Filmskapping 2022

Filmar frá filmskapping 2022

Her er vinnarafilmurin hjá Nám X í Eysturskúlanum í Havn. Evnið í kappingini var Heimsmálini hjá ST. Til lukku!

Eftir hesi slóð síggjast hinir filmarnir, sum dómsnevndin valdi at vísa til framløguna í Havnar Bio hin 6. desember 2022.

Filmskapping 2021

Filmar frá filmskapping 2021

Her er vinnarafilmurin hjá T1A flokki á Tekniska skúla, har Magni Husgaard er lærari. Evnið í kappingini var Heimsmál 3, sum er um trivnað og góða sálarheilsu. Til lukku!

Eftir hesi slóð síggjast hinir filmarnir, sum dómsnevndin valdi at vísa til framløguna í Havnar Bio hin 7. desember 2021.

Filmskapping 2020

Filmar frá filmskapping 2020

Her eru teir 12 filmarnir, sum komu inn til stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini í 2020.

Vinnarafilmurin var Havið er eitt mysterium.

Filmskapping 2019

Filmar frá filmskapping 2019

Her eru teir 18 filmarnir, sum komu inn til stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini í 2019.