Skip to main content

Trivnaður og tiltøk

Trivnaður er ein grundarsteinur í læring og menning. Tá næmingar kenna seg tryggar og hoyra til, trívast teir betur – bæði fakliga og sosialt.

Blank Gap
Snar Top Bar – Clean Dropdown with Icon

Trivnaður og tiltøk

Í hesum høvuðsevni eru savnaðar temasíður, sum stuðla undir trivnaðin í fólkaskúlanum og geva næmingum og lærarum amboð at arbeiða við sálarligari heilsu, felagsskapi og ábyrgd.

Ferðsla
Evnið varpar ljós á ferðslutrygd og ábyrgd í ferðsluni. Næmingar læra um týdningin av at vera varin og at taka ábyrgd, tá tey ferðast til og frá skúlanum.

Happing
Við støði í nýggjastu kanningum um happing í fólkaskúlanum verður arbeitt við at skilja og basa happing. Evnið gevur næmingum og lærarum amboð at arbeiða fyribyrgjandi og viðgerðarliga við happing.

Kostur
Góður kostur er týdningarmikil fyri trivnað og orku. Evnið gevur innlit í, hvussu matur ávirkar heilsu og læring, og hvussu ein sunnur kostur kann stuðla undir vælveru.

Um at ferðast á netinum
Næmingar læra um tryggleika og ábyrgd á netinum. Evnið varpar ljós á, hvussu ein kann ferðast trygt á netinum og vera ein ábyrgdarfullur netbrúkari.

Lær um sorg
Evnið gevur næmingum og lærarum amboð at arbeiða við sorg og missi. Við støði í fakligum tilfarinum verður lagt upp til samrøður og arbeiði við kenslum og sorgararbeiði.

Bókin um mínar styrkir
Við støði í positivari sálarfrøði arbeiða næmingar við at finna og menna sínar styrkir. Evnið stuðlar undir sjálvsfatan og sjálvsálit, og gevur næmingum amboð at arbeiða við egnum styrkjum og menning.

Við hesum evnum fáa næmingar og lærarar amboð at arbeiða við trivnaði og vælveru í skúlanum. Evnini stuðla undir ein tryggan og mennandi skúlahvøll, har næmingar kenna seg sæddar og hoyrdar.

Snar.fo Einsfaldað – skjótt tilgongd