
Bókin um mínar styrkir
Undirvísingartilfar til næmingar í fólkaskúlanum og á miðnámi, sum fevnir um tríggjar einnýtisbøkur til næmingarnar, tvey styrkispøl og tríggjar læraravegleiðingar – ein til hvørja næmingabók. Endamálið er at hjálpa næmingunum at finna, skilja og menna sínar styrkir, og á hendan hátt leggja eitt dygt grundarlag fyri bæði persónligari menning og fakligum framburði.
Her hava vit savnað heildina - og lagt ymiskt ískoytistilfar og kunning um tilfarið út.
Plakatin um styrkirnar
Plakatin fylgir við styrkispælinum 6-10 ár.

Styrkikort
Styrkikort at taka fram á talvuni.

Styrkispøl
Tvey styrkispøl eru til tilfarið Bókin um mínar styrkir, eitt til 6-10 ár og eitt til 11 ár og eldri. Spølini eru rættiliga lík, í báðum er talan um, at fortelja søgur og lurta eftir søgum, og at geva og fáa styrkir. Í filmsbrotinum verður greitt frá spølunum.
Filmar
21 animeraðir filmar eru gjørdir til tilfarið. Hesir eru allir savnaðir í ein spælilista á Youtube. Tit kunnu velja film úr spælilistanum ovast í høgra bredda. (Har 1/21 stendur)
Fakportalurin
Bókaheildin er eisini á fakportalinum: Ískoyti.