Skip to main content

Land og søga

Søgan lærir okkum ikki bara um tað, sum var – men eisini um tað, vit eru. Hon gevur okkum amboð at skilja samfelag, mentan og fólk, bæði fyrr og nú.

Blank Gap




Fólk og hendingar

Í høvuðsevninum Søga eru evni, sum lýsa týdningarmikil tíðarskeið, hendingar og persónar í føroyskari og altjóða søgu. Við at granska keldur, arbeiða við kjaki og seta søguligar hendingar í nútíðar samanhang, menna næmingar sína fakligu vitan og evni at hugsavna, greina og skilja heimin rundan um seg.

Føroyingasøga
Fornritið Føroyingasøga gevur eina mynd av víkingatíð, maktstríði og sjálvsfatan. Næmingar arbeiða við søguligum og bókmentaligum frásøguhátti og kjakast um, hvat er søguligur sannleiki, og hvussu søgur verða sagdar og tulkaðar.

Kreppan í 90’unum
Føroyska búskaparkreppan var ein avgerandi tíð í nýggjari søgu. Evnið gevur innlit í orsakir, gongd og avleiðingar – búskaparliga, politiskt og menniskjaliga. Arbeitt verður við samtíðarfrásøgnum, tølum og keldum, sum lýsa bæði kensluligar og samfelagsligar avbjóðingar.

Magnus Heinason
Ein eyðkendur og umstríddur persónur í føroyskari søgu. Evnið lýsir lívið hjá Magnusi í 1500-talinum og hvussu søgan um hann hevur verið søgd og endursøgd. Hetta gevur grundarlag fyri fakligari tulking og kjaki um søguligar ímyndir.

Við hesum evnum fáa næmingar førleikar at granska søguligar keldur, arbeiða við fakligum málsbrúki og seta søguna í nútíðar samanhang – fyri at skilja fortíðina og teirra egna leiklut í samtíðini.

Snar Top Bar – Clean Dropdown with Icon
Snar.fo Einsfaldað – skjótt tilgongd