Skip to main content
Typo3 with Snar Burger

Innleiðing - tosið saman

Grundleggjandi HTML - 1. tími

Endamál

Næmingarnir skulu:

  1. Skilja strukturin í HTML.
  2. Kenna grundleggjandi tags í einari HTML-kotu.
  3. Skriva og royna kotur í amboðnum “Kanna kotuna”.

Uppgáva

✔️ Kanna hesa síðuna í einum kaga og finn eitt trøll!


Tíð: 10-15 minuttir: Innleiðsla og prát

• At tosa um: “Hvat halda tit, ein heimasíða er – og hava tit nakrantíð hoyrt um HTML?”

• Vistu tit, at tað ber til at kanna kotu á heimasíðum, við at høgraklikkja og velja "Vis kildetekst” (View Source)?
Um tit gera tað við hesa síðuna, tit eru á, so síggja tit, at Snar er gjørt við Open Source skipanini Typo3. Hetta er eitt sonevnt CMS (Content Management System). 

• Hyggið at kotuni á hesari síðuni. Hvat síggja tit? 
– Tosið um: DOCTYPE og html-tags: lang, head, body, p, br, o.a. Duga tit kanska at gita hvat lang="fo" merkir?

• Nú skulu tit finna trøllið høgrumegin aftur inni í kotuni. Prei: Trøllið er gjørt við ChatGPT.

Til læraran:
– Met um hvat tey duga: Hvørja kotu ella hvørji tags kenna tey frammanundan? 
- Er kotan á hesari síðuni ov fløkt, so kunnu tit bara leypa hetta um og fara víðari og arbeiða við Uppgávu 1.