
1. tími
Triðja uppgáva
Her skalt tú seta mynd inn á tína heimasíðu.
Uppgáva 3 · HTML og CSS
HTML við mynd og bakgrund
Í hesi uppgávuni skalt tú gera eina einfalda HTML-síðu við yvirskrift, teksti, mynd og bakgrundsliti. Tú skalt eisini kanna, um kotan er bygd rætt upp.
Endamál
- At fáa royndir við at leggja meira innihald inn í eina HTML-síðu.
- At læra at brúka eina yvirskrift, ein tekst og eina mynd í HTML.
- At síggja, hvussu CSS kann brúkast til at broyta bakgrund og útsjónd.
- At venja seg við at kanna, um kotan er bygd rætt upp.
Uppgáva
Ger eina einfalda HTML-síðu við yvirskrift, teksti, mynd og bakgrundsliti.
Inni í ritlinum skalt tú gera hetta:
- Byrja við vanliga HTML-bygnaðinum:
<!DOCTYPE html>,<html>og<body>. - Legg eina
<h1>-yvirskrift inn í<body>. - Legg ein stuttan tekst inn við
<p>. - Legg eina mynd inn við
<img>. - Gev myndini ein
alt-tekst, sum sigur, hvat myndin vísir. - Broyt bakgrundslitin á síðuni við CSS.
- Kanna úrslitið í kaganum.
Myndir at brúka
Trýst á eina mynd fyri at kopiera myndaleinkjuna. Leinkjan kann setast inn í
src á einum <img>-elementi.
Myndaleinkjan er kopierað.
Ritil og úrslit
Skriva kotuna í ritilin, trýst á Kanna svarið, og hygg síðan eftir, um síðan hevur yvirskrift, tekst, mynd og bakgrundslit.
Ritil
1. Bíðar eftir svari.
2. Bíðar eftir svari.
3. Bíðar eftir svari.
4. Bíðar eftir svari.
5. Bíðar eftir svari.
6. Bíðar eftir svari.
Svarið verður goymt í kaganum á hesari eindini.
Úrslit
1. tími · HTMLSpurningur 1 av 12
