
3. tími
Her gera vit heimasíðuna flottari við script.
Nú skal heimasíðan gera okkurt
Higartil hava vit arbeitt við HTML og CSS. Nú fara vit eitt stig víðari og royna at seta eitt lítið script inn á heimasíðuna. Endamálið er ikki at læra alt um JavaScript, men at síggja, hvussu ein heimasíða kann reagera, tá ið brúkarin ger okkurt.
Frá innihaldi til útsjónd — og nú til hendingar
HTML er tað, sum gevur síðuni innihald. Tað kann vera yvirskriftir, tekstbrot, listar, myndir og knøttar.
CSS er tað, sum ger síðuna flottari. Við CSS kunnu vit broyta litir, skriftstødd, bakgrund, rammur og luft millum elementini.
Nú skulu vit royna JavaScript. JavaScript kann fáa eina heimasíðu at gera okkurt. Til dømis kann ein knøttur vísa ein tekst, broyta ein lit ella lata eitt fakta koma fram.
Felags prát
Áðrenn vit fara í gongd, tosa vit saman um, hvat eitt script kann gera, og hvussu vit kunnu brúka tað skilagott.
- Hvat kann ein heimasíða gera, sum ger hana meira spennandi?
- Hvat kundi verið ein lítil “vá-effekt” á tykkara síðu?
- Nær verður ein effekt góð, og nær verður hon ov nógv?
- Hvussu kann SkoleGPT hjálpa okkum við scripti?
- Hví skulu vit ikki bara kopiera scriptið uttan at kanna tað?
Í dag skulu vit royna
Vit skulu brúka SkoleGPT til at fáa hjálp at gera eitt einfalt script. Scriptið skal vera so einfalt, at vit kunnu royna at skilja, hvat tað ger.
- Vit velja eina lítla effekt, sum passar til heimasíðuna.
- Vit biðja SkoleGPT um einfalda HTML-, CSS- og JavaScript-kotu.
- Vit seta kotuna inn í ritilin.
- Vit brúka Kanna koturnar.
- Vit broyta tekst, litir ella effekt, so síðan verður okkara egna.
Minst til
Tá ið vit arbeiða við scripti, kann tað henda, at okkurt ikki riggar fyrstu ferð. Tað er heilt vanligt.
Tá skulu vit kanna kotuna, lesa villuboðini og royna at finna út av, hvat manglar. Tað er soleiðis, vit læra at arbeiða við kotu.
SkoleGPT kann hjálpa okkum, men vit skulu framvegis sjálv lesa, skilja, rætta og broyta svarið.