Skip to main content

3. tími

Fyrsta uppgáva

Skriva HTML, CSS og JavaScript saman við vitlíki.

Vitlíki og kota · 3. tími · Uppgáva 1

Set eina wow-effekt inn á heimasíðuna

Nú skalt tú gera heimasíðuna meira livandi. Tú skalt brúka SkoleGPT til at fáa hjálp at seta eitt einfalt JavaScript inn, so okkurt hendir, tá ið brúkarin trýstir á ein knøtt ella ger okkurt á síðuni.

Endamál

Higartil hevur tú arbeitt við HTML og CSS. HTML gevur síðuni innihald, og CSS ger síðuna flottari. Nú skalt tú royna eitt sindur av JavaScript.

JavaScript kann fáa eina heimasíðu at gera okkurt. Til dømis kann ein knøttur broyta lit, vísa ein tekst, lata ein kassa koma fram ella geva eina lítla animatión.

Í hesi uppgávuni skalt tú læra:

  • hvat JavaScript kann brúkast til
  • hvussu ein knøttur kann seta eina hending í gongd
  • hvussu HTML, CSS og JavaScript kunnu arbeiða saman
  • hvussu tú kanst brúka SkoleGPT til at fáa hjálp við scripti
  • hví tú altíð skalt kanna og skilja kotuna

1. Hvat er ein wow-effekt?

Ein wow-effekt er eitt lítið eyka, sum ger síðuna meira spennandi. Tað skal ikki vera ov nógv, men tað skal fáa brúkaran at leggja merki til síðuna.

Dømi um einfaldar wow-effektir

Litaskifti Ein knøttur broytir bakgrund ella tekstlit.
Loynidómur Ein krógvaður tekstur kemur fram.
Fakta-knøttur Ein nýggjur “Visti tú?”-tekstur verður vístur.
Lítil animatión Ein kassi flytur seg, skiftir stødd ella fær skugga.

2. Vel eina effekt

Vel eina effekt, sum passar til tína heimasíðu. Hon skal vera einføld, men hon má gjarna gera síðuna meira stuttliga.

Tú kanst velja:

  • ein knøtt, sum skiftir tema ella litir
  • ein knøtt, sum vísir ein loynitekst
  • ein knøtt, sum vísir eitt tilvildarligt fakta
  • ein kassa, sum fær eina animatión
  • eina mynd ella tekst, sum kemur fram, tá ið tú trýstir

3. Bið SkoleGPT um hjálp

Nú skalt tú biðja SkoleGPT hjálpa tær við einum einfaldum scripti. Tað er ofta best at skriva á donskum, tá ið tú biður um hjálp til kotu.

Dømi um gott boð:

Jeg har lavet en enkel HTML-side om [emne]. Jeg vil gerne tilføje en lille wow-effekt med JavaScript. Effekten skal være: - enkel - let at forstå for en begynder - med en knap, som brugeren kan trykke på - forklaret kort bagefter Giv mig HTML, CSS og JavaScript samlet i ét eksempel. Forklar også, hvor scriptet skal stå.

Les svarið væl. Tú skalt ikki bara kopiera scriptið. Tú skalt skilja, hvat knøtturin ger, og hvat scriptið broytir á síðuni.

4. Dømi: Ein fakta-knøttur

Ein góð byrjan er ein knøttur, sum vísir eitt nýtt fakta, tá ið tú trýstir á hann. Hetta riggar væl til síður um djór, ítrótt, spøl, filmar, tónleikarar og býir.

Boð til SkoleGPT:

Lav et simpelt JavaScript til min HTML-side. Jeg vil have en knap, som viser et tilfældigt fakta om [emne], når man trykker på den. Koden skal være enkel. Brug HTML, CSS og JavaScript. Forklar kort, hvad hver del gør.

Tá ið tú hevur fingið kotuna, skalt tú broyta fakta-setningarnar til føroyskt og laga teir til títt egna evni.

5. Set scriptið inn

Tá ið tú setir JavaScript inn á síðuna, skalt tú ansa eftir, at tað hoyrir saman við HTML-inum. Ein knøttur í HTML skal til dømis hava eitt navn ella eitt id, sum scriptið kann finna aftur.

  1. Set nýggja HTML-partin inn í síðuna.
  2. Set CSS-partin inn saman við restini av CSS-inum.
  3. Set JavaScript-partin niðast í kotuna, beint áðrenn </body>, um tað ber til.
  4. Royn knøttin ella effektina.
  5. Brúka Kanna koturnar.
  6. Rætta villur, um tær koma fram.

6. Broyt scriptið, so tað verður títt egna

Tað er ikki nóg mikið, at scriptið riggar. Tú skalt eisini broyta tað, so tað passar til tína síðu.

Tú skalt broyta minst trý ting

  • tekstin, sum kemur fram
  • tekstin á knøttinum
  • litirnar ella útsjóndina
  • fakta-setningarnar
  • hvat hendir, tá ið brúkarin trýstir
  • hvussu kassin ella effektin sær út

7. Kanna, um tú skilir kotuna

Tú skalt kunna greiða frá tí týdningarmesta í scriptinum. Tú nýtist ikki at skilja alt fullkomiliga, men tú skalt vita, hvat hendir, tá ið brúkarin trýstir á knøttin.

  • Hvar er knøtturin í HTML-kotuni?
  • Hvat hendir, tá ið tú trýstir á knøttin?
  • Hvør partur av kotuni er JavaScript?
  • Hvør partur broytir útsjóndina?
  • Hvat hevur tú sjálv/ur broytt?
  • Riggar effektin, tá ið tú roynir hana?

8. Tá ið tú ert liðug/ur

Svara hesum spurningum stutt:

  • Hvørja wow-effekt valdi tú?
  • Hví passar hon til tína heimasíðu?
  • Hvat hjálpti SkoleGPT tær við?
  • Hvat broytti tú sjálv/ur í scriptinum?
  • Hvat var trupult?
  • Hvat vísti Kanna koturnar?
  • Hvat lærdi tú um JavaScript?