Skip to main content

1. tími

Onnur uppgáva

Her skalt tú goyma eina fílu sum HTML.

Uppgáva 2

Ger eina heimasíðufílu

Kunning

Ein HTML-síða er bygd upp við yvirskipaðum tagggum <merkjum>, sum kagar duga at lesa og tulka. 

Grundskapið í einari HTML-fílu er sum víst niðanfyri.

Endamál

Næmingarnir skulu:

  1. Fáa greiða fatan av, hvat ein HTML-fíla er.
  2. Læra, hvussu ein vanlig tekstfíla kann goymast sum ein HTML-fíla.
  3. Fáa royndir við at lata HTML-fílur upp og síggja úrslitið í einum kaga.

Uppgáva

✔️ Tak eina txt-fílu niður og goym hana sum HTML.

Tíð: 10-15 minuttir

Virksemi

  1. Tak fíluna niður. Sí fíluna niðanfyri.
  2. Lat fíluna upp.
  3. Vel Filer og Gem som…
  4. Gev fíluni eftirnavnið .html. Skriva t.d. test.html og goym fíluna.
  5. Lat nú fíluna upp í Chrome, Edge, Safari ella einum øðrum kaga.

Til læraran:

– Um tit ikki kunnu taka fílur niður, ber til at kopiera tekstin og royna hann beinleiðis við funkuni Kanna kotuna.

– Hjálp næmingunum at finna < > og / á knappaborðinum.

Uppgáva 1

<!DOCTYPE html>
<html>
<head>
  <title>Síðuheiti</title>
</head>
<body>
  <h1>Vælkomin til mína heimasíðu</h1>
  <p>Hetta er vanligur tekstur á síðuni</p>
</body>
</html>
Orðabók
<!DOCTYPE html>
Sigur við kaga, at skjalið er skrivað sum HTML5.
<html>
Hetta er byrjanin á HTML-skjalinum. Alt innihaldið á síðuni skal standa inni í hesum elementinum.
</html>
Hetta endar HTML-skjalið.
<head>
Her standa upplýsingar um síðuna. Hesin parturin sæst vanliga ikki á sjálvari heimasíðuni.
<title>
Her skrivar tú heitið á síðuni. Heitið sæst ovast í kaganum, har síðunavnið stendur.
<body>
Her skrivar tú alt tað, sum skal síggjast á heimasíðuni.
<h1>
Hetta er høvuðsyvirskriftin á síðuni. Hon verður vanliga brúkt til størsta og týdningarmesta heitið.
<p>
Hetta er eitt tekstbrot. Tað verður brúkt til vanligan tekst.
Byrjanarmerki og endamerki
Flestu HTML-element hava eitt byrjanarmerki og eitt endamerki. Endamerkið hevur eina skrástriku /. Dømi: <h1>Hey!</h1> og <p>Hetta er tekstur.</p>.