Skip to main content
Vitanarfróðu – Scoped Hero/Navbar with Scroll-Hide
Ger forvitni til eitt amboð!

Vælkomin til Vitanarfróðu

Kanna, granska og fortel – Vitanarfróðu kanningarhátturin er ein stuttligur og læruríkur háttur at læra um heimin. Framúr góður til næmingar, sum vilja nema sær nýggja vitan á ein stuttligan, spennandi og kveikjandi hátt.

Vitanarfróðu - kanningarhátturin

Um tey Vitanarfróðu

Stuttlig og kveikjandi læruleið

Kanningarhátturin hjá teimum Vitanarfróðu leggur upp til at undrast, kanna, spyrja, granska, forvitnast og fortelja um eitt evni, sum tú/tit sjálvi velja.

Øll kunnu brúka hendan kanningarháttin, bæði børn og vaksin. Hann riggar sera væl til bólkaarbeiði, til dømis í einum skúlaflokki.

Vitanarfróðu í skúlatíðini

Leisturin hevur 6 ymisk stig, har tit sum tað allarfyrsta velja eitt gott og forvitnisligt evni, gjarna tvørfakligt, sum tit ætla at kanna nærri. Hetta kunnu tit gera sum flokkur ella í smærri bólkum.

Soleiðis gera tit eina frágreiðing

Takið skjalið til frágreiðingina, sum greiðir frá mannagongdini og arbeiðsháttinum, niður her.

Lýsið tykkara spurdóm og arbeiði. Minnist til, at lærarin kann hjálpa og leggja lag á, men næmingarnir mugu sjálvir eiga frágreiðingina.

Takið endiliga myndir, sum vísa, hvussu tit hava arbeitt, og at tit hava havt tað stuttligt. Setið fleiri myndir í frágreiðingina. Minnist til, at myndir krevja samtykki.

Tað er einki beinleiðis mark fyri, hvussu long frágreiðingin kann vera, og hvussu nógva tíð tit seta av til kanningararbeiðið. Tit avgera púra sjálvi.

Tá tit hava gjørt frágreiðingarnar, kunnu tit fortelja øðrum í flokkinum ella skúlanum um tær. Tit kunnu eisini taka tær við heim til familju og vinir.

Árlig kapping

Um tit hava hug, kunnu tit eisini luttaka í kappingini um at gerast “Ársins Vitanarfróðu”. Tá má arbeiðið savnast í eina frágreiðing, sum skal sendast til Nám.

Arbeiðast kann alt skúlaárið. Til dømis kann arbeiðast í oktobur og sendast inn til freistina, sum er umkring páskirnar á hvørjum ári. Les meira um kappingina 2025-2026 her.

Íblástur frá Nysgjerrigper

Ársins Vitanarfróðu er skipað eftir leisti hjá Nysgjerrigper í Noregi. Vit hava gjørt skipanina einfaldari og lagað hana til føroysk viðurskifti. Íblástur sært tú her.

Til lærarar

Vegleiðing til lærarar (á norskum) her.