Uppgáva 1
Ger eina heimasíðufílu
Kunning
Ein HTML-síða er bygd upp við yvirskipaðum tags (merkjum), sum kagar duga at lesa og tulka.
Grundskapið í einari HTML-fílu er sum víst niðanfyri.
Endamál
Næmingarnir skulu:
1. Fáa greiða fatan av, hvat ein HTML-fíla er.
2. Læra hvussu ein vanlig tekstfíla kann gerast til rættiliga HTML-fílu.
3. Fáa royndir við at handfara HTML-fílur í einum kaga.
Uppgáva
✔️ Tak txt fílu niður og goym hana sum HTML.
Tíð: 10-15 minuttir: Virksemi
1. Tak fíluna niður. (sí niðanfyri)
2. Lat fíluna upp
3. Vel Filer og Gem som…
4. Gev fíluni eftirnavnið html. Skriva t.d. test.html og goym fíluna
5. Nú kanst tú lata tína fílu upp við Chrome, Edge, Safari ella øðrum kagum.
Til læraran:
– Um tit ikki kunnu taka fílur niður, so ber til at kopiera tekstin og royna beineiðis við funkuni Kanna kotuna- Hjálp næmingunum at finna < > og / á knappaborðinum.
Uppgáva 1
<!DOCTYPE html>
<html>
<head>
<title>Síðuheiti</title>
</head>
<body>
<h1>Vælkomin til mína heimasíðu</h1>
<p>Hetta er vanligur tekstur á síðuni</p>
</body>
</html>
📘 Orðhjálp – HTML frágreiðingar
- <html>
- Allar heimasíður byrja við hesum taggi. Tað merkir, at nú kemur HTML-kota.
- <head>
- Ein partur av síðuni sum ikki sæst. Her er til dømis heitið á síðuni.
- <title>
- Heitið sum sæst ovast í kaga, t.d. á tablinum í Chrome ella Edge.
- <body>
- Hetta er sjálvt innihaldið á síðuni – tað sum tú sært!
- <h1>
- Hetta er størsta heitið – verður vanliga brúkt ovast á síðuni.
- <p>
- Paragraf – tað vil siga ein vanligur tekstur ella setningur.