
2. tími
Onnur uppgáva
Skriva kotu saman við vitlíki.
Ger heimasíðuna uppaftur flottari
Nú hevur tú eina einfalda heimasíðu. Í hesi uppgávuni skalt tú brúka SkoleGPT til at menna síðuna víðari, so hon fær betri útsjónd, greiðari bygnað og meira persónligan dám.
Endamál
Tú skalt læra at brúka CSS til at gera eina heimasíðu meira spennandi og lættari at lesa. Tú skalt eisini venja teg í at biðja SkoleGPT um hjálp, uttan at lata SkoleGPT gera alt arbeiðið fyri teg.
Í hesi uppgávuni skalt tú arbeiða við:
- litum og bakgrund
- lufti millum tekst og kassar
- kortum, kassa ella rammu
- einari meira spennandi byrjan á síðuni
- einum lítlum eyka-elementi, sum tú sjálv/ur velur
1. Hygg fyrst at tíni síðu
Byrja við at lata tína heimasíðu upp og hyggja at henni. Áðrenn tú broytir nakað, skalt tú hugsa um, hvat riggar væl, og hvat kundi verið betri.
- Er síðan løtt at lesa?
- Er yvirskriftin greið og sjónlig?
- Er nóg mikið av lufti millum tekstirnar?
- Passa litirnir til evnið?
- Sær síðan út sum ein liðug heimasíða?
2. Vel ein stíl
Áðrenn tú biður SkoleGPT um hjálp, skalt tú velja, hvussu síðan skal kennast. Stílurin skal passa til evnið.
Dømi um stíl
3. Bið SkoleGPT um betri CSS
Nú skalt tú biðja SkoleGPT hjálpa tær at gera síðuna flottari. Tú kanst skriva á donskum, tí SkoleGPT ofta dugir betur at hjálpa við kotu á donskum.
Dømi um boð:
Les svarið væl. Tú skalt ikki bara kopiera alt. Tú skalt velja tað, sum tú skilur og kanst brúka.
4. Set kotuna inn og kanna hana
Tá ið tú hevur fingið nýggja kotu ella nýtt CSS frá SkoleGPT, skalt tú seta tað inn í ritilin og kanna, um síðan riggar.
- Set CSS-kotuna inn í tína síðu.
- Hygg eftir, um síðan broytist.
- Brúka Kanna koturnar.
- Rætta villur, um tær koma fram.
- Royn at skilja, hvat nýggja CSS-kotan ger.
5. Broyt minst fimm ting sjálv/ur
Nú skalt tú gera síðuna meira persónliga. Tú mást ikki lata alt standa, sum SkoleGPT hevur skrivað. Tú skalt broyta minst fimm ting sjálv/ur.
Tú kanst broyta:
- litirnar
- bakgrundina
- skriftstøddina
- tekstin
- yvirskriftina
- listan
- rammurnar
- luftina millum elementini
- hvussu knøttur ella kassi sær út
6. Legg eitt eyka-element afturat
Nú skalt tú gera síðuna eitt sindur meira spennandi við einum eyka-elementi. Vel eitt, sum passar til evnið.
Vel minst eitt:
- ein litaðan faktakassa
- ein knøtt
- eina mynd
- eina lítla “Visti tú?”-tekstboks
- ein kassa við trimum fakta
- eina plakat-líknandi byrjan við stórari yvirskrift
Dømi um boð til SkoleGPT:
7. Ger tekstin betri
Útsjóndin er ikki alt. Ein góð heimasíða hevur eisini góðan tekst. Les allan tekstin á síðuni umaftur og ger hann greiðari.
- Er teksturin á góðum føroyskum?
- Er nakað, sum ljóðar ov danskt?
- Er teksturin lættur at skilja?
- Passar teksturin til evnið?
- Kanst tú skriva okkurt meira áhugavert?
Tú kanst biðja SkoleGPT hjálpa soleiðis:
8. Endalig kanning
Áðrenn tú letur inn, skalt tú kanna síðuna eina seinastu ferð.
- Síðan hevur
<h1>,<h2>,<p>,<ul>og<li>. - Síðan hevur CSS, sum broytir útsjóndina.
- Tú hevur broytt minst fimm ting sjálv/ur.
- Tú hevur lagt minst eitt eyka-element afturat.
- Teksturin er á góðum føroyskum.
- Tú hevur brúkt Kanna koturnar.
- Tú skilur í høvuðsheitum, hvat kotan ger.