Skip to main content

2. tími

Fyrsta uppgáva

Skriva kotu saman við vitlíki.

HTML, CSS og vitlíki

Ger eina spennandi heimasíðu við SkoleGPT

Í hesi uppgávuni skalt tú brúka SkoleGPT sum hjálparamboð til at gera eina meira spennandi heimasíðu í HTML og CSS. Tú skalt samstundis lesa, rætta og broyta kotuna, so síðan verður tín egna.

Endamál

Tú skalt læra at brúka vitlíki til at fáa hugskot, fáa hjálp til kotu og arbeiða víðari við einari heimasíðu.

SkoleGPT dugir ofta betur at svara á donskum, tá ið tú biður um hjálp til kotu. Tí kanst tú skriva tínar fyrispurningar á donskum. Men teksturin á heimasíðuni skal vera á góðum føroyskum, so tú skalt lesa, rætta og umskriva tekstin, áðrenn tú brúkar hann.

Uppgávan

Tú skalt gera eina heimasíðu um eitt evni, sum tú sjálv/ur velur.

Evnið kann til dømis vera:

  • eitt djór
  • ein ítróttur
  • ein tónleikari
  • eitt spæl
  • ein filmur
  • ein býur
  • ein matur
  • eitt frítíðarítriv
  • ein síða um teg sjálva/n

Síðan skal í minsta lagi hava

  • eina høvuðsyvirskrift við <h1>
  • eina minni yvirskrift við <h2>
  • tvey tekstbrot við <p>
  • ein lista við <ul> og <li>
  • eitt sindur av CSS, so síðan verður meira spennandi
  • føroyskan tekst, sum tú sjálv/ur hevur lisið og rættað

Soleiðis brúkar tú SkoleGPT

Byrja við at biðja SkoleGPT um hugskot. Tú kanst skriva á donskum:

Jeg skal lave en enkel HTML-hjemmeside om [emne]. Giv mig ideer til, hvad jeg kan have med på siden. Siden skal være let at forstå for en begynder.

Síðani kanst tú biðja SkoleGPT gera eina byrjanarkotu:

Lav et enkelt eksempel på en HTML-hjemmeside om [emne]. Den skal have h1, h2, p, ul og li. Tilføj også lidt CSS, så siden ser mere spændende ud. Koden skal være enkel og let at forstå.

Arbeið við kotuni

Tá ið SkoleGPT hevur givið tær kotu, skalt tú ikki bara kopiera hana og lata hana inn.

  1. Les kotuna.
  2. Set kotuna inn í ritilin.
  3. Brúka funktiónina Kanna koturnar.
  4. Hygg eftir, um kotan riggar.
  5. Rætta villur, um tær eru.
  6. Broyt síðuna, so hon verður tín egna.

Rætta tekstin til føroyskt

SkoleGPT kann geva tær danskan tekst. Hann skal ikki standa soleiðis á heimasíðuni. Tú skalt umseta og rætta tekstin til gott føroyskt.

Danskt Min side handler om fodbold, fordi jeg synes, det er en spændende sport.
Føroyskt Mín síða snýr seg um fótbólt, tí eg haldi, at tað er ein spennandi ítróttur.