Heimsmálini býtt upp í 4 tema
Ein háttur at arbeiða við heimsmálunum er at býta tey upp í fýra yvirskipað evni:
- Fátækradømi og ójavni
- Heilsa og føði/matur
- Ùtbúgving og rættvísur heimur
- Umhvørvi og burðardygd
Veruleikin er tann, at tá ið tu arbeiðir við einum av heimsmálunum, so ávirkar tað onnur heimsmál. Í yvirlitinum niðanfyri sæst, hvørji heimsmál verða ávirkað, um arbeitt verður í mun til fýra yvirskipaði evnini, sum eru lýst omanfyri.
| | Fátækradømi og ójavni | Heilsa og føði/matur | Útbúgving og rættvísur heimur | Umhvørvi og burðardygd | |
| 1 | Basa fátækradømi | X | |||
| 2 | Mat til øll | X | |||
| 3 | Góða heilsa og vælvera | X | |||
| 4 | Góðska í útbúgving | X | |||
| 5 | Javnstøða millum kynini | X | |||
| 6 | Reint vatn og reinføri | X | |||
| 7 | Burðardygg orka | X | |||
| 8 | Sømulig arbeiði og búskaparligur vøkstur | X | |||
| 9 | Vinna, nýskipan og undirstøðikervi | X | |||
| 10 | Minka um ójavna | X | |||
| 11 | Burðardyggar býir og bygdir | X | |||
| 12 | Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla | X | |||
| 13 | Veðurlagstátøk | X | |||
| 14 | Lívið í havinum | X | |||
| 15 | Lívið á landi | X | |||
| 16 | Friður, rættvísi og sterkir stovnar | X | |||
| 17 | Samstarv um heimsmálini | X | X | X | X |
Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini
Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.



















