Skip to main content
Fugla Yvirlit

Kalkun

Kalkun (lat. Meleagris gallopavo; da Kalkun) er minni enn páfuglur, men nógv størri enn gás. Vøkur er hon ikki, mest grálitt, ber um barkan og høvdið; og niður úr nevrótini hongur ein langur bláreyður døttur og slettist. Fyrndarheim hennara er í Amerika, men tí at hon er hentur fuglur, ala tey hana nú víða um verð.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Meleagris gallopavo Upplýsingarpanel
Meleagris gallopavo

Meleagris gallopavo (Kalkun)

Kalkun er ein fasanfuglur úr Norðuramerika. Kalkunar vórðu longu tamdar av aztekarum í tí, sum nú er Meksiko, og tær vóru týdningarmiklar, tí fá sløg av djórum hóskaðu til húsdýrahald, áðrenn evropearar komu til økið.

Vekt5–11 kg (hann), 2,5–5,4 kg (hon)
Livitíð3–5 ár (vaksin, úti í náttúruni)
Kelda: Wikipedia