Skip to main content

Skeið í Námi skúlaárið 2025-26

28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Nú ber til at melda seg til skeið í Námi skúlaárið 2025-26. Seinasta freist at melda seg til er 1. juli. Tey umleið 50 skeiðini eru ætlað lærarum í skúlaverkinum og eru í stóran mun fakliga upplýsandi og kveikjandi. Seinni í juli verða fráboðanir sendar út um, hvør er sloppin á skeið, og hvørji skeið ikki eru fullteknað.

Í august lata vit upp aftur fyri tilmeldingum til skeið, har pláss eru eftir.

Les meira og melda til her.