Skip to main content

Slaktið og maturin

 

Tá slaktið er fyri, er vert at minnast til, at vit slakta, tí vit vilja hava mat á borðið. Hetta læra vit um í bókini Maturin, (Sigrid Dalsgaard), sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 2002.

Í partinum um kjøt fáa vit at vita, hvussu vit skulu fara um kjøtið, tá slaktið er fyri. Vit fáa eisini at vita um seyðakjøt, neytakjøt og svínakjøt.

Í bókini fáa vit eisini eitt uppskot um ein matarvarða. Fyri nøkrum árum síðan upplýsti Fólkaheilsuráðið um nýggjari kostráð. Síðan hjá Fólkaheilsuráðnum verður ikki dagførd, og á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum verður upplýst, at nýggj kostráð eru í gerð. Kostur - Heilsustýrið

Uppgávur:

1. Hvat merkir tað, at kjøt skal hanga og búnast?

2. Hví skal skitið grønmeti ikki koma í samband við kjøt?

3. Hvørjum eiga vit at hyggja at, tá ið vit keypa kjøt úr kølidiski ella frystara?

4. Hví heldur sundurskorið og malið kjøt sær styttri enn heil kjøtstykki?

5. Hvat eigur at standa á innpakkaðum kjøti, sum er í kølidiski ella frystara?

6. Hvat er ein matarvarði?

7. Hvat er ein kostkumpass?