Skip to main content
Seyður Hero Section with Infotile

Eplafestivalur

 

Eplafestivalur er heima á Sandi um heystið og í 2024 var tað 28. september. 

Á Eplafestivalinum ber til at royna epli og grønmeti, ið eru velt í oynni, keypa og síggja, hvussu ymiskar vørur verða gjørdar, og at tosa við tey, ið fáast við jørð og kríatúr. Dagsskráin er long og umfatandi, m.a. við kappingum, takkargudstænastu, heystgildi og dansi.

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Í hesari sendingini vitjar hann eplafestivanin á Sandi.

At tosa um:

1 Lýs umhvørvið, soleiðis sum vit síggja tað í filmsbrotunum niðanfyri. Hvar eru vit og hvat síggja vit?

2 Hevur tú verið til nakað líknandi tiltak í Føroyum ella aðrastaðni? Um so er, skriva eina stutta frásøgn og finn eina mynd frá tiltakinum.

3 Tak støðu til týdningin, sum tílík tiltøk kunnu hugsast at hava fyri fólk í smábygdum - ella fyri oynna og alt landið.