Skip to main content

Skúlasummar á Snar

16.05.2022

Redaktiónin á undirvísingaportalinum Snar hevur gjørt nýtt tema, sum er summar.

Her eru uppgávur til fólkaskúlan at skriva, taka myndir við telefon, eygleiða gróður í natúruni og gera óvæntaðar lutir burturúr túrum við flokkinum.

Lagt verður upp til, at alt arbeiðið endar við framsýning og framløgu, har eisini foreldrini síggja úrslitið á netinum ella í skúlanum.

Endamálið er at venja næmingin fagurfrøði, estetikk, og at síggja tað vakra í natúruni og gerandisdegnum, har skúlin er.

Temasíðan um summar bjóðar eisini lærarum, sum hava gjørt tilfar at brúka í summar, at deila teirra tilfar á temasíðuni hjá Snar.

Her er summartemaið á opna undirvísingarportalinum Snar

Onnur tíðindi

22.08.2025

Lærarar og næmingar hava fingið atgongd

 

Les meira
22.08.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
18.07.2025

4. flokkur hevur nú fingið spildurnýggja bók í…

Les meira
18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira