Skip to main content

Heimurin sum plakat

02.06.2022

Í 1993 kom fyrsta føroyska atlas ”Heimsatlas”. Tá Nám helt fram við enn einum atlasi í 2014, “Atlas til heim og skúla”, vórðu eisini gjørd laminerað kort av Føroyum og øllum heiminum at seta á veggin.

Síðan hevur Nám dagført og prentað bæði kortini av nýggjum fleiri feðir.

Bókamiðsølan selur veggjakortini hjá Námi.

Nýggjasta kort úr Námi er ”Heimurin” (Nám 2022), sum er eitt dagført politiskt veggjakort í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum.

Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og landafrøðilig fyribrigdi, so sum fjallarøðir og havleiðir, umsett, so framsetingin er hugsað sum føroysk plakat at brúka í skúla, á arbeiðsplássi og heima. Nýtt land er Esvatini, sum fyrr kallaðist Svasiland, og høvuðsstaðurin í Ukraina verður nú stavaður Kyiv.

Veggjakortið ”Heimurin” fæst í lamineraðari útgávu, sum skrivast kann á, eins og Føroyakortið hjá Námi. Niðast á kortinum eru heimsins fløgg.

Prísurin fyri nýggja veggjakortið úr Námi er 398,00 krónur.

Onnur tíðindi

22.08.2025

Lærarar og næmingar hava fingið atgongd

 

Les meira
22.08.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
18.07.2025

4. flokkur hevur nú fingið spildurnýggja bók í…

Les meira
18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira