Flaggdagur – 25. apríl
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt

Tekna eina Merkistekning
Allir næmingar skulu tekna ein tekning, har eitt ella fleiri Merki eru á:
Endamál:
At vekja áhuga hjá næmingunum fyri Merkinum og tess týdningi í føroyska samfelagnum, samstundis sum teir arbeiða kreativt.
1. Fyrireiking
- Næmingarnir skulu fara heim og tosa við foreldrini ella ommu og abba um Merkið.
- Spurningar, sum kunnu hjálpa samrøðuni:
- Hvar verður flaggað við Merkinum?
- Hvørji høvi flagga vit til?
- Hevur tú nakrantíð verið við til eina serligan flaggdag?
- Hvat merkir Merkið fyri teg og okkara tjóð?
2. Samrøða og hugleiðingar í flokkinum
- Næmingarnir greiða frá, hvat teir hava funnið út av.
- Hugarok um Merkið: Hvat stendur tað fyri? Hvørji eru litirnir, og hvat merkja teir?
- Kunnu merki vera aðrastaðni enn á einari flaggstong? Á koppum, troyggjum, buksum..?
3. Vit tekna
- Næmingarnir skulu tekna eina tekning, har Merkið onkunsvegna verður víst, t.d.:
- Úti í skúlagarðinum
- Á einari troyggju/t-troyggju
- Á einum flogfari
- Veitrar umborð á einum skipi
- Eitt prýðisflagg i vindeygakarminum
4. Framsýning
- Tekningarnar verða hongdar upp í skúlastovuni ella á einum felagsøki í skúlanum.
- Tit kunnu skipa fyri stuttum frágreiðingum ella framløgum um tekningarnar.