• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Føroysk lærubók til franskt í pappírsútgávu

05.03.2018
Fyrsta føroyska undirvísingarbókin til lærugreinina franskt er nú komin út sum pappírsbók. Í 2016 gav Nám sBókina Fransktbókin út, og nú er tilfarið eisini tøkt sum heft bók.

Tíðindaskriv frá Námi

Við Fransktbókini ber til at læra franskt í føroyska miðnámsskúlanum við støði í føroyskmæltari mállæru og fronskum tekstum við føroyskum orðafrágreiðingum. Tað eru Hallgerð Brim og Hanna Jensen, sum hava týtt og tillagað donsku útgávuna Franskbogen, sum danska forlagið Systime hevur givið út.

- Tað er altíð best at læra eitt nýtt mál við støði í móðurmálinum, og leingi vantaði okkum eina byrjanarbók til franskt, siga rithøvundarnir, sum báðar undirvísa í fronskum á Miðnámi á Kambsdali.

Ein sBók er ein samvirkin, netborin útgáva, sum í sniði líkist einari bók og í møguleikum er sum ein heimasíða. Í sBókini til franskt eru m.a. 50 tekstir, 180 myndir, 90 ljóðbrot, 250 samvirknar uppgávur og 1600 orðafrágreiðingar.

Øll øki í byrjanarundirvísing í fronskum verða viðgjørd, og teir 36 kapitlarnir fevna um eitt savnað byrjanarskeið. Við tekstum, uppgávum og mállæru hevur bókin nóg mikið av tilfari til á leið 80 undirvísingartímar.

Fyri at geva lærarum og næmingum møguleika til at lesa uttan skíggja hevur Nám nú eisini givið føroysku útgávuna út sum pappírsbók. Pappírsbøkurnar hava allar teir somu tekstirnar sum sBókin, eisini alla ta føroyskt mæltu mállæruna. Men samvirknu uppgávurnar og franski upplesturin eru sjálvandi ikki við.

Netborna sBókin kostar 104 krónur fyri eitt trý ára hald. Styttri hald kunnu eisini keypast.

sBókin er tøk her

Pappírsbókin kostar 298 krónur og kann bíleggjast ígjøgnum føroysku bókasølurnar.

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018