• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Ársins vísindavøka - INNBJÓÐING

26.09.2017
Til skúlarnar kring landið

Nú fríggjadagin verður ársins Vísindavøka. Tá er ein røð av tiltøkum, framsýningum og framløgum í Reinsarínum, Perluni og á Perlutorginum í Tórsgøtu í Havn. Tað er frá kl. 8.00 til 18.00.

Tiltakið er fyri almenning, eisini skúlanæmingar, serliga fyri miðdeild, hádeild og miðnám. Við hesum vilja vit bjóða flokkum við lærarum at koma at vitja hesi tiltøkini, sum hava til endamáls at kunna um aktuella gransking í Føroyum.

Skráin og lýsing av tiltøkum sæst á heimasíðu okkara:

www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/vaelkomin-a-visindavoku/

Eitt nýtt tiltak fyri skúlaflokkar hevur verið í ár. Tað er kappingin Ársins Vitanarfróðu, har skúlaflokkar kappast um heiðurin at kalla seg Ársins Vitanarfróðu og um góðar vinningar.

Tað eru nakrir flokkar, sum hava sent okkum frágreiðingar. Fríggjadagin kl. 13 fara vit at avdúka, hvør flokkur vinnur kappingina.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017